Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fyrsta vallyftið?

Jóhann Lützen

Tunlarnir Norður um Fjall verða ikki gjørdir fyrrenn Hvalbiartunnilin er liðugur, segði løgmaður í ólavsøkurøðuni. Harvið verður onki gjørt við teir í hesum valskeiðinum. Tað merkir eisini, at løgmaður sær fyri sær, at sitandi samgonga heldur fram eftir løgtingsvalið.

Tá byrjað er uppá ein tunnil, verður vanliga ikki vent aftur. Helst var hetta orsøkin til, at tingformaðurin slapp at lata fyrsta skotið til Sandoyartunnilin av eitt ár fyrrenn tíð. Og helst er hetta eisini tí at samferðslumálaráðharrin vil sleppa at seta borin í til Fámjins sum skjótast. Tí tá fyrst er farið í gongd, vendst ikki aftur.

Men tunlarnir norður um Fjall verða ikki skotnir í gongd hesumegin val. So annaðhvørt hevur løgmaður eina sterka trúgv uppá, at hann og hansara núverandi samgongufelagar halda fram aftaná komandi valið, ella eisini hevur hann lovað nakað uppá nakkan á komandi Løgtingi. Tí í øllum førum verður tað eitt komandi Løgting, sum fær uppgávuna at gera tunlarnar og harvið at gjalda fyri teir.

 

“Vel okkum innaftur, so gera vit tunlarnar”

Ein kann spyrja, um hetta er taktiskt. At løgmaður við hesum longu hevur givið sítt fyrsta vallyfti, har hann sigur, at um hann verður valdur innaftur, verða tunlarnir gjørdir komandi valskeið. Tað kann hugsast, men samstundis eru fólk Eystan Múla ivaleyst skeptisk, tí tey hava fingið lovað tunlarnar “næstu ferð” rættiliga ofta eftirhondini. Andstøðan hevur við sínum NUMO-uppskoti ein rættiliga sterkan trumf, sum skjýtur upp at gera tað, sum løgmaður segði ikki bera til, nevniliga at gera bæði Hvalbiartunnilin og teir Norður um Fjall samstundis, men tað verður í øllum førum ikki áðrenn løgtingsvalið.