Talan var um stórtíðindi, tá fyrsti danski landsliðsleikarin uttan fyri Keypamannahavn í 1923 varð boðsendur. Sjokkbylgjurnar høvdu heldur ikki lagt seg, tá fyrsti AGF’arin, Haldur Lasthein varð boðsendur í 1925. Danska landsliðið hevði hoyrti uttan fyrivarni til Keypmannahavn og økið rundan um høvuðsstaðin. Nærum 100 ár seinni kom tað eisini sera óvart á, at talan var um leikara við ættarbondum til Føroya. Mamma Haldur var Súsanna Mortensen, abbin var Jákup Mortensen og langabbin var navnframi Johan Mortensen, ættfaðir Mortensens menninar á Tvøroyri.
Langabbin var Johan Mortensen
Langabbin, Johan Mortensen, var næstelstur av átta systkjum og varð føddur 29. mars í 1816. Hann fermdist 14 ára gamal í Froðbiar kirkju. Í kirkjubókini stendur: “Kundskaber: Udmærkert. Opførsel: Meget god”. Tann 20. juli 1935 varð hann settur sum hjálparlærari hjá íslendinginum T. Thorsteinsson í teimum trimum sóknunum í Suðuroynni bara 18 ára gamal, men longu í 1936 sigur hann seg úr starvinum. Síðani fór hann í kongaliga Handilstænastuna og í 1939 varð hann faktor við einahandilin úti í Klaksvík. Har starvaðist hann, til handilin helt uppat í 1856; undantikið árini 1948-52. Hann var eisini faktor hjá Jørgen Beck og Sønner í eina tíð.
Hann giftist 7. november 1839 í Havnar kirkju við Susanne Jacobsdatter, bóndadóttir av Húsum í Havn. Tey fingu átta børn. Tann 6. mai 1858 loysti hann handilsbræv á Tvøroyri og bygdi tey fyrstu handilshúsini. Jóhan var ein múgvandi maður, men fekk eisini hjálp frá bóndum og skyldfólki í Suðuroynni. Johan byrjaði at handla í sethúsum sínum og hann bygdi pakkhús og ráfiskakjallara niðanfyri á strondini. Gomlu Krambúð læt hann byggja í 1871 og vaks seinni um lonina og legði fiskipláss. Nýggj handilshús vórðu bygt í 1907 uppi við vegin.
Johan Mortensen doyði í 1879, men tá hevði hann lagt lunnar undir størstu handilsfyritøku í Føroya søgu – tað virksemið, sum síðani gjørdi Tvøroyri til eitt stórpláss í Føroyum ella sum tað so rámandi stendur á minnisvarðanum í Øravík: “Legði nýggjar árar út.”
Tá felagið saman við nógvum øðrum fyritøkum fór av knóranum í 1936, áttu teir ikki færri enn 45 sluppir og 4 skonnartir. Tað var hetta felag, sum keypti okkara fyrstu dampskip, Føring I og Føring II. Tað vóru eisini teir, sum lótu Smyril byggja, og tað vóru teir sum um aldarskiftið 1900, sum keyptu Føroya fyrsta trolara, Grana.

Abbin var Jákup Mortensen
Abbin, Jákup Mortensen, var eisini næstelstur av átta systkjum og varð føddur 11. desember 1841 í Klaksvík. Á veg av Vestmanna til Tvøroyrar við skonnartini “Falkur” datt Jákup brádliga fyri borð undir Salthøvda og druknaði, 10. apríl 1879. Hildið verður, at hann fekk hjartaslag, tí hann var tiltikin svimjari og var eyknevndur “Sílið”. Kona Jákups, Wilhelmina vanliga nevnd Mina (f. 10. juli 1843 – d. 5. desember 1914), var dóttir Johan Andreas Gregersen, ið var dani og bøkjari við kongaliga einahandilin í Havn, og Carolinu Hansdatter av Lag í Havn. Tey áttu fýra børn. Millum teirra børn vóru Johan Mortensen, sum gjørdist fyrsti formaður hjá TB (1892-1904) og Súsanna.
Mamman var Súsanna Mortensen
Mamman, Susanne Lasthein (f. Mortensen) varð fødd 21. mai 1868 og hon giftist við Hans Peter Lasthein Hansen, sum var kongaligur týðari í fronskum. Tey fingu trý børn: Valborg, Bjarne og Haldur. Tey vórðu øll doypt Lasthein Hansen, men fráskrivaðu sær seinna og óbrúkta eftirnavnið Hansen tann 18. desember 1939.
Susanne doyði 30. august heima í Trongisvági, meðan Bjarne fekk ein heldur vanlukkuligan deyða, tí hann doyði av løstinum, sum hann fekk, tá hann gjørdi tænastu fyri fjarringarfyritøkuna Store Nordiske í Kina. Hann var álopin av ránsmonnum og hann var so illa viðfarin, at hann misti sjónina í báðum eygum. Álopið tók lívið av honum, bert 30 ára gamal í 1932.
Ættarbregði til fótbóltsspæl mundi ikki liggja alt ov langt frá familjuni, tí Tingakrossur frá 9. Juni 1909 veit undir yvirskriftini En Champion. at siga, at ungi tvørámaðurin, Gudmund Mortensen, skuldi royna seg ímóti enskum felag í Aarhus. Gudmund var sonur Niels Juel, keypmann og systkinabarn hjá Súsonnu. Eitt annað systkinabarn hjá Súsonnu, Gunnar Mortensen, var sum 17 ára gamal við á túri í Bergen í 1910, sum HB skipaði fyri.
Gudmund tók við eftir pápan sum stjóri og reiðari í stóru familjufyritøkuni A.S.J. Mortensens Eftf. Hann segðist vera sera arbeiðssamur og góður handilsmaður. Gudmund giftist í 1917 við Paulu Philipsen úr Keypmannahavn. Børnini vóru tvey; Niels Juel og Inga Maria. Tá heimsgitni flogskiparin Charles Lindbergh í 1933 setti seg á Tvøroyrarfirði við sínum “Spirit of St. Louis” flogfari, gisti hann hjá Gudmundi. Tað er eitt sindur ivasamt, um Gudmund spældi við besta liðnum í Aarhus, men Arhus Fimleikafelag frá 1880 (AGF) tók av álvara fótbóltsspælið undir sínar veingir í 1902 og stóð seg sera væl í kappingini um jútska meistaraheitið meira ella minni frá byrjan av. Serliga árini eftir fyrra heimsbardaga og eitt tíggjuaáraskeið gekk væl hjá AGF, sum var við til at byrja donsku landskappingina í 1927 og saman við AaB altíð hevur verið partur av henni síðani.

Haldur Lasthein fyrsti landsliðsleikari hjá AGF
Í 1923 gjørdist Thorvald Schultz frá Vejen fyrsti danski A-landsliðsleikari uttan fyri Keypmannahavn, meðan Haldur Lasthein frá AGF sum 20 ára gamal fekk landsliðsboð í 1925 í staðin fyri Poul Jensen (“Pølse”), sum spældi hálvfinalu í steypakappingini fyri B.93. Úttøkan fekk nógva umrøðu, tí fleiri hildu, at hann fekk landsliðsplássið sum gávu, tí danska landsliðið spældi fyrstu ferð nakrantíð uttan fyri Keypmannahavn og fyri at tekkjast staðbundnu fjepparunum, so fekk ein staðbundin leikari landsliðsboð.
Haldur gjørdist sostatt fyrsti danski landsliðsleikarin hjá AGF, tá Danmark spældi 3-3 ímóti Finnlandi í Aarhus Idrætspark. Tað gingu trý ár, áðrenn hann aftur fekk landsliðsboð í 1928 og uppaftur 3 ár, áðrenn hann fekk landsliðsboð fyri seinastu ferð í 1931, men tá spældi hann 2 landsdystir. Tríggjar teir seinastu umboðaði hann B.93.
Sum 16 ára gamal spældi Haldur Lasthein (f. 1. juni 1905 – d. 24 apríl 1986) fyrstu ferð á besta liðnum hjá AGF. Hann vann jútska meistaraheitið og meistaraheitið uttan fyri Keypmannahavn tríggjar ferðir (1921-22, 1922-23 og 1924-25) við AGF, har hann spældi 87 dystir og skoraði 22 mál í tíðarskeiðnum 1921-27, og var liðskipari, áðrenn hann skifti til B.93, har hann spældi 132 dystir og skoraði 5 mál í tíðarskeiðnum 1928-36. Sama tíðarbil vann hann DM heili 4 ferðir við B.93: Í 1929, 1930, 1934 og 1935.
Hann var ein fjøltáttaður leikari, sum fyri tað mesta spældi miðverji ella hálvbakkur. Spælskilið var væl ment og hann spældi báðar vegir, sum tað kallast í dag.
Haldur Lasthein andaðist tann 24. apríl 1986 í Charlottenlund. Hann gjørdist 80 ára gamal. Tá hevði hann starvast fleiri enn 50 ár innan bankaheimin.


Keldur:
TB 100 ára minnisrit
Suni Merkistein: Teir kundu væl listir og leikir – ein føroysk fótbóltssøga. Bind 1
Palle “Banks” Jørgensen: Landsholdenes 2198 spillerprofiler : fra Krølben til Krøldrup
Michael Kjærbøl um Haldur Lashein á Facebook
www.tidarrit.fo


