Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fyrsti stormurin í heyst

Hanus Kjølbro

Nú er triðingurin farin av oktober mánaða, og lágtrýstini eru farin at dýpast nakað fitt niður um tey, sum vit hava havt síðan í vár.

Í dag ser eitt lágtrýst statt einar 4-500 fjórðingar vestan fyri Írland. Trýstið í miðjuni er 979hPa, men veðurfrøðingar vænta, at tað er komið heilt niður í 954hPa í annaðkvøld. Vindur kring miðjuna fer at vera stormur – gott og væl.

Tað fer tíbetur ikki at koma so nær við Føroyar, at vit fara at merkja nakað serligt til tað.

Í hølunum á hesum lágtrýsti, fer eitt annað uppaftur djúpari lágtrýst at koma, og tað fer at koma nærri Føroyum – ætlandi ímillum Føroyar og Ísland fríggjakvøldið.

Fyribils verður mett, at fríggjakvøld og leygarnátt fer vindferðin at liggja um storm, 20 til 25 m/s úr suðuri. Leygarmorgun fer at minka.

Fylgt verður við hesum næstu dagarnar…