Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fyrsti toppdysturin í ár verður í morgin

Jákup Ósá

KÍ vitjar tann í løtuni fremsta avbjóðaran um oddasessin. Fær KÍ fulla úrtøku í Gundadali, so verða leyst niður til nummar tvey. Men fær KÍ ikki fult, so verður helst sera javnt millum trý lið.

KÍ hevur bara spælr móti Víkingi av vanligu topp 4-5 liðunum, men Víkingur hevur mist so mikið nógv fólk, at í løtuni bendur nógv á, at teir ikki verða við í FM-stríðnum í ár. Men tað kann B36 fara at verða fyri fyrstu ferð síðani 2019. B36 hevur fingið eina góða byrjan og KÍ hevur eisini merkt teirra dygdir, tí í kappingini um løgmanssteypið sendi B36 KÍ út úr kappingini við 2-0 sigri. Í landskappingini liggur B36 nr. 2 og hevur bara í einum dysti ikki fingið fulla úrtøku, tá HB í einum jøvnum dysti vann 2-0 í grannauppgerðini.

B36 er trý stig aftanfyri KÍ, meðan HB er fýra stig aftanfyri KÍ. Síðani er eitt stórt glopp aftur til hini. Hetta er sostatt ein lykladystur, hóast vit eru tíðsliga í kappingini. Vinnur KÍ, so fer KÍ at hava í minsta lagi fýra og seks stig niður til fremstu avbjóðararnar. Spælir KÍ javnt, so verða tvey lið helst bara tvey og trý stig aftanfyri og tapur KÍ, so verða trý lið mest sum púra jøvn, tá tá kann væntast, at eitt stig verður frá KÍ á 1. plássi niður til HB á 3.plássi.

Toppdysturin í Gundadali sunnudagin byrjar kl. 14.00, sum er ein tíma fyrr enn mest vanliga tíðspunktið.