22. februar er dagur 53 í árinum í gregorianska kalendaranum. 312 dagar eru eftir av árinum (313 dagar um skotár er). Dagurin kallast eisini Pætursmessa og verður roknaður sum fyrsti várdagur.
Men enn merkist ikki nógv til tað. Sum sæst á myndini er Kunoyarfjall væl innballað í kava í morgun.



