Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

G14: Mjølnir vann b-finaluna

Jóhann Lützen

Mjølnir genturnar vunnu steypakappingina 2-1 móti B71

Steypafinalur eru í høllini á hálsi um vikuskifti hjá bæði ungum og vaksnum. Mjølnir hevur fýra lið í finalunum. Gentur 14 a og b, Gentur 19 og Meistara deild menn. 

Kl. 12.30 í dag byrjaði finalan hjá G14 í b-bólkinum. Okkara gentur vunnu fyrsta sett tepurt og taptu síðani næsta. Tí skuldi alt avgerast við einum javnbrótara. Har gjørdu Mjølnir genturnar bart og vunnu steypafinaluna trygt. 

Nógvir Mjølnir fjepparar vóru á síðulinjuni og heppaðu á okkara røsku gentir. 

Rebekka Eysturskarð úr Mjølnir varð vald til dagsins leikara. 

Mjølnir 2-1 B71: Settúrslit, 27-25, 18-25, 15-7