Tað verður skipað fyri einum gongutúri við stokkum í Fuglafirði leygardagin 13. juni.
Byrjað verður við Mentanarhúsið í Fuglafirði kl. 13. Túrurin er liðugur kl. 15. Frásøgufólk er við á túrinum. Hetta verður ein lættur gongutúrur, har øll, sum hava hug, kunnu koma við. Einasta treyt fyri luttøku er at binda. Kaffityst kunnu eisini keypa sær ein drekkamunn aftaná.
GAKK OG BINT byrjaði í 2005 og verður nú hildið í 33 ymsum londum. Sostatt er hetta heimsins størsta bindiátak. Altjóða heitið á degnum er World Wide Knit in Public Day, eisini nevnt KIP.
Bæði binding og rørsla eru góðar fyri heilsuna. Gott hevði verið, um tað eisini verður skipað fyri GAKK OG BINT aðrastaðni í landinum boðar Bindifestivalurin eisini frá.
Hygg inn á facebook-síðuna https://www.facebook.com/gakkogbint/ fyri at kunna teg, um GAKK OG BINT.
Tiltakið er ókeypis.



