Harley

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Gallup- VELJARAKANNING: Teir fýra størstu flokkarnir fáa eins umboðan í Løgtinginum

John William Joensen

Í samband við at Javnaðarflokkurin hevur Landsfund í morgin í Skálanum í Klaksvík, hevur flokkurin biði Gallup um at gera eina nýggja veljarakanning. Kanningin vísir eis og undanfarnar veljarakanningar at sitandi samgonga hevur mist meirilutan á Løgtingið um løgtingsval var nú. Tó stendur Javnaðarflokkurin seg sterkari nú enn hann gjørdi í seinastu veljarakanning.

Teir fýra stóru flokkarnir, Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Tjóðveldi, fáa hvør sínar sjey løgtingslimir limir. Javnaðarflokkurin og sjálvstýrisflokkurin missa ein tinglim, meðan Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin fáa hvør sín tinglim afturat. Miðflokkurin og Framsókn varðveita sína umboðan í løgtinginum.

Á Landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum leygardagin verður nýggjasta veljarakanningin løgd fram og útgreinað.

Sí viðheftu myndir,

Skráin fyri Landsfundin hjá Javnaðarflokkinum, sæst her