Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gamal KÍ-venjari á vitjan

John William Joensen

Um vikuskiftið var venjarin hjá KÍ í 1985 á vitjan í Klaksvík, og hann vitjaði eisini í felagnum saman við táverandi formanninum

Peter Kordt var venjari hjá KÍ í 1980 og 1985. Hann hevur av og á vitjað aftur í Klaksvík árini síðani, og um vikuskiftið var hann í Klaksvík í arbeiðsørindum. Sum vanligt búði Peter hjá Olgari Hansen, sum var formaður í KÍ, tá ið Peter seinast var venjari.
– Vit hava hildið sambandið við líka øll hesi árini, og tá ið Peter vitjar í Klaksvík, so býr hann hjá mær, sigur Olgar Hansen.
Peter Kordt er konsulentur hjá Klaksvíkar kommunu í sambandi við eitt verkætlan, og næstu tíðina skal hann vitjað javnan í Klaksvík.

Vitjaðu í KÍ
Leygadagin stukku Peter Kordt og Olgar Hansen inn á gólvið í KÍ-høllini, og teir hugdu seg eitt sindur um á Loftinum, har steyp og myndir standa frammi. Peter Kordt fekk sær eisini eitt prát við núverandi høvuðsvenjaran hjá KÍ, Tony Paris.
Eitt av ungdómsliðunum hjá KÍ vandi leygardagin, og fyrrverandi KÍ-venjarin var hugtikin av støðinum.
– Ungu spælararnir nú á døgum hava sera góðan teknikk, og teir kunnu nógv við bóltinum. Nógvir av teimum spæla eisini við báðum beinum, og tað var ikki so vanligt fyri 20 árum síðani, segði Peter Kordt.
Peter Kordt gavst sum venjari stutt eftir, at hann fór úr Føroyum í 1985.