Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gamla seglhúsið – ein kreativ perla

Oliver Joensen

Reklamuvirkið Grafia er nu flutt úr privathúsunum hjá Jastrid og Símun Gullaksen, niðan Horn og út í Víkarnar í gamla seglhúsið, ið tey bæði hava umskapt til sanna byggilistarliga perlu.

Reklamuvirkið Grafia er nu flutt úr privathúsunum hjá Jastrid og Símun Gullaksen, niðan Horn og út í Víkarnar í gamla seglhúsið, ið tey bæði hava umskapt til sanna byggilistarliga perlu.

Móttøka var í gjar í “nýggju” hølunum hjá Grafia. Orsakað av at plassið í snøggu smáttini við Vágna í Víjkunum ikki er óavmarkað, var móttøkan skipa í tveinum, fyrst fyri innboðnum og seinni fyri almenninginum.

Tey vóru mong, ið stukku inn á gólvið. Kanska var tað ikki so óvæntað, tí renovatiónin og umbyggingin av gamla seglhúsinum hevur tikið tíð, og helst er hetta mest umtalaði bygningurin millum manna í Klaksvík seinastu árini. Eisini tí vóru vit mong, sum av forvitni og kanska av øðrum orsøkum eisini valdu at seta seinnapartin av til at heilsa upp á tey bæði í ótrúliga snøgga og gjøgnumførda umhvørvinum í seglhúsinum, ið tey hava endurskapt úr eini fúnaðari smáttu.

Í móttøkurøðu síni, segði Jastrid Gullaksen millum annað: Hesin nýggi bygningurin gevur okkum serligar søguligar karmar at virka í, eitt umhvørvi, ið er lætt at vera kreativur í, og sum hevur so nógv størri møguleikar enn grafia nakrantíð hevur havt at kunna menna seg í.

Vit liva í løtuni í eini tíð, har ein fragmenterandi miðla- og nýtslumynd er altdominerandi og alla tíðina undir ógvusligari menning. tað vil siga, at mytan um, at tað er týdningarmikið at vera frammi allastaðni á øllum platformum ikki heldur longur. Brúk er fyri at málrætta reklamuna…. okkara mál er, at flyta okkara kundar soleiðis at hann kann selja meira, ella soleiðis at kundin fær boðskap sín út. At gera tað trygga og tað man plagar, flytir einki. Okkara mál er at flyta..”

Vit lata myndirnar vísa hvussu seglhúsið sær út ídag