Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gamli Pison lagdur

Oliver Joensen

60 ára gamli línubáturin Pison nú lagdur. Eg minnist tá línubátarnir komu seinast í 50-unum og upp í gjøgnum 60-ini, at tosað bleiv um, at hesi nýggju sveisaðu stálskipini fóru neyvan at halda meira enn eini 10-15 ár. Fleiri teirra hava tó verið virknir líka til í dag. Nú Pison fór um tey 60 árini og bleiv lagdur, tí eigararnir hava fingið annað skip, sum í dag fiskar undir sama navninum, helt eg at eg skuldi skriva ein stubba um Pison og tíðindi úr Norðlýsinum í 1961, tá skipið kom til Klaksvíkar.

(Mynd Jóan Petur Kaspar Klein)

78 ára gamli Jóan Petur Kaspar Klein úr Hattarvík, var við Pison frá 1963 til umleið 1988. Hann greiðir eitt sindur frá fyrstu árunum há sær til skips við Pison:

Pison kom í 61, Martin Heinesen var skipari. Hann kom frá sluppini Esther umborð á Pison at vera skipari.

Eg fari umborð á Pison í 1963. Fyrst ein ísfiskatúr fyri beiggja mín Petur og túrin eftir helt Martin Heinesen, at eg skuldi koma við aftur, so tað várið fór eg á Flemish Cap sum maður, 19 ára gamalur.

Fyrstu árini var sera strævi at vera við línubátunum. Vit settu 200 stampar um døgnið, gott nokk var tað sissallína og ikki so langir stampar, men tað var stórt arbeið at egna. Ongin skipað vakt var fyrstu tíðina, tí bleiv sera lítil svøvnur. Vanliga arbeiddu vit einar 14 16 tímar, ja upp í 20 tímar um illa vildi til. Menn vóru snøgt sagt út túraðir.

Sjálvandi, hetta var ein nýggj vinna, menn vóru komnir av eini slupp, her umborð kravdist nógv meira og ikki var siðvenja at skipa vaktir. Tað førdi við sær, at sera ymist var sum menninir egndu. Summir vóru raskir at egna og teir egndu eina rúgvu av stampum, ímeðan aðrir, sum ikki vóru vanir at egna egndu nógv minni. Tað snúði seg bara um at fáa línuna í sjógvin og tað kostaði nógvar kreftir hjá teim bestu egnarunum.

Skjótt var tó, at manningin dugdi at síggja, at hetta bar ikki til. Tosað bleiv aftur og fram í messuni og í skúrinum um trupulleikan við ov lítlum svøvni. Tað endaði við, at vit valdu at gera nakað við trupulleikan.

Avgjørt varð, ein dagin, at tá útpurrað bleiv, skuldu vit siga, at antin skuldu vit sleppa at sova 8 tímar á frívakt, ella skuldu vit sova í 6 tímar og so hava fríð sunnudagar. Kravið var altso ikki 6 og 6 ella líknandi, nei krávið var at fáa 8 tímar svøvn av 24 tímum og at arbeiða hinar 16 tíarnar.

Tað hendir so ein penan morgun, at stýrimaðurin kemur at purra út. Maðurin, ið verður útpurrðaur sigur so, nei, eg komið ikki upp, vit hava avgjørt allir at vit skulu hava 8 tímar svøvn, ella í minsta lagið 6 tímar og fríð sunnudagar.

Stýrimaðurin tók tað væl upp, hann sløkti aftur á kamarinum og fór upp til skiparan.

Kravið vísti seg at vera væl mótikið, tí har bleiv ongin illstøða. Yvirmenninir skipaðu so fyri, at vit fingu eina frívakt upp á 8 tímar eftir tað. Tá fór arbeiðið umborð at ganga nógv betur, tí menn vóru ikki so túraðir, sum frammanundan.

Mær dámdi annars sera væl sjólívið og var við Pison í 25 ár til 1988 tá eg fór at rógva út við Kamar Klein.

Tá ið um útróðrarlistan her omanfyri ræður, so skal takast við, at fleiri av teim stóru útróðrarbátunum lógu úti í tveir til tríggjar dagar og afturat tí hava helst flest allir egnt umborð.

Pison

Tá hugsað verður um, at fyrsti línubáturin hjá Joensen & Olsen fekk navnið Jógvan S, eftir Jógvani Segl, so er nærliggjandi at hugsa at hin eigarin, Hans Erik Olsen átti navnið á næsta bátinum, sum bleiv Pison. Seinni fekk Joensen & Olsen sær ein størri línubát, hann fekk sum kunnugt navnið Hans Erik.

Um so var, so hevur Hans Erik valt at taka eitt navn úr bíbliuni.  Í Fyrru Mósebók 2.10, 11 stendur: “Ein á rann út úr Eden; hon vatnaði urtagarðin, og síðani skilti hon seg sundur í fýra høvuðsgreinar. Hin fyrsta eitur Pison; tað er hon, ið rennur rundan um alt landið Havila, har sum gull er at fáa.”