Nú er veitin í niðara borð við alkyns leiðingum eftir Garðavegnum – í botninum serlig stórir háspenningaleiðingar halt frá alistøðini í grótbroyinum á Strond – komin heilt heim til Skúlan á Skúlatrøð.
Í løtuni liggur veitin opin frá Sjómansskúlanum og til Skúlatrøð. Júst nú verður farið yvirum Fjósabrekku og eru fleiri leiðingar longu lagdar. Eisini skulu eftir leiðini leggjast neyðugar aðrar leiðingar, so sum frá Føroya Tele, vatn og kloakk, har tað er neyðugt.
Sum kunnugt skulu leiðingarnar dagførast á hesum strekki. Talan er um drúgvt og rúgvusmikið arbeiðið, og sum sagt skulu eisini Klaksvíkar kommuna og Føroya Tele dagføra sínar leiðingar við ávís strekki.
SEV spílar seg út
SEV leggur 2 stk. 60 kV kaðalar, 3 – 6 stk. 10 kV kaðalar, og verða eisini samskiftis- og lágspenning leiðingar lagdar summar staðir.
Slíkir 60 kV kaðalar, sum her verða lagdir, eru partur av samlaða ringinum (net-kervinum) um alt landið hjá SEV. Hesir kunnu føra 44 MW hvør, upplýsir SEV.
Koblingsstøðin á Strond hevur eina trafo-orku á 2 x 16 MW. Til samanberingar brúka allar Norðoyggjar í dag samlað um 6 MW.
Leiðin er long
Leiðingarnar verða grivnar frá grótbrotinum á Strond, gjøgnum alla Klaksvík – eftir Ánavegi, Skáltavegi, Garðavegi, Heygavegi, Mækjuvegi umvegis Norðoyatunnilin, gjøgnum Lervik, gjøgnum Leirvíkstunnilin, niðan gjøgnum Gøtudal til nýggju koblingsstøðina Innan Eið – omanfyri Varmakeldu.
Arbeiðið Klaksvíksmegin verður ætlandi liðugt um eitt ár. Málið er, at alt arbeiðið er liðugt um 2 ár.

















