Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Geiður sigur til VÍF

Oliver Joensen

VÍF var favorittur undan dystinum ímóti Stjørnuni í kvøld. Hóast VÍF hevði leiðsluna stórt sæð allan fyrra hálvleik, so var Stjørnan væl við. Hálvleiksstøðan var 15-12 til VÍF.

Gongdin var tann sama fyrstu fimtan minuttirnar av seinna hálveiki, VÍF hevði eina leiðslu uppá trí til fýra mál, men so gekk orkan undan hjá Stjørnuni, nøgv mistøk blivu gjørd, sum blivu straffaði við skjótum mótalopum frá VÍF, og sum seinni hálvleikur leið, økti VÍF støðugt um leiðsluna. Endaliga úrslitið gjørdist ein greiður sigur til VÍF uppá 29-19.