Tá liðið úr Kosovo bleiv blakað úr úr kappingini gekk bara eitt døgn.
Enn bíða føroyingar eftir einari almennari avgerð frá UEFA um, hvat lið av KÍ ella Slovan Bratislava skal spæla í Champions League í komandi viku. Taparin fer í Europa League og tann dysturin verður ikki fyrr enn 17. september.
Hyggja vit eftir gongdini í líknandi máli í undanumfarinum, so gekk nógv styttri tíð hjá UEFA at taka avgerð tá. Dysturin millum FK Drita-Linfield skuldi spælast 11. august og longu dagin eftir var ein avgerð tikin um, at FK Drita bleiv koyrt úr kappingini, tí alt liðið var koyrt í sóttarhald, tí tveir leikarar høvdu koronu. Fyri flestu føroyingar er lítil ivi um, at KÍ ikki kann revast fyri, at Slovan Bratislava ikki hevur havt síni viðurskiftir í lagi viðvíkjandi koronu. M.a. við at hava fólk við koronu í báðum hópunum og í báðum hópunum at hava leikarar við, sum spældu saman við leikara síðsta leygardag, sum fekk staðfest koronu. Tískil komu nógvir leikarar til Føroyar, sum eftir føroyskum viðurskiftum í øllum førum skuldi verið í sóttarhaldi. Mótstøðuliðið hjá Slovan Bratislava, sum var Z. Moravce, fór í sóttarhald eftir dystin. Síðani bleiv kappingin í Slovakia steðgað í nakrar dagar, tá steypakappingin skuldi spælast. Landskappingin koyrir tó víðari.
Tað sum tó er eitt sindur øðrvísi hesuferð er, at tað er eitt vikuskiftið eftir dystin og at báðar tær stóru finalurnar hjá UEFA, í Europa League og Champions League, liggja í døgunum eftir dystin. Á heimasíðuni hjá Slovan Bratislava boðar Ivan Komtrík Jr., sum er stjóri í felagnum, frá, at felagið fríggjadagin handaði UEFA eitt mótmælisskriv um føroysku myndugleikarnar. Tí er eingin ivi um, at stórt trýst verður lagt á UEFA frá Slovan Bratislava. Frá UEFA hava boðini verið, at bæði liðini skulu fyrireika seg til at spæla í Sveis í vikuni.
Avgerðin fellir í morgin.


