Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Gentur 12 hjá Stjørnuni gull

Oliver Joensen

Seinasta umfar í bólki c hjá gentum 12 varð leikt í KÍ-høllini leydardagin. Endaliga úrslitið gjørdist, at Stjørnan vann gull frammanfyri H71 c og Neistan b.

Norðlýsið ynskir gentum 12 hjá Stjørnuni tillukku við gullinum.

Eisini varð seinasta umfar hjá genta 10 í bólki a leikt í KÍ-høllini leygardagin. Her var stóri spenningurin um bronsuna, sum stóð í millum Stjørnuna og StÍF. Avgerandi dysturin millum hesi bæði liðini, sum gjørdist rættilga spenndandi, endað við javnleiki 12-12. Tað hevði tað við sær, at StÍF dróg longra stráðið, og endaði við einum stigi meira enn Stjørnan, og vann harvið bronsuna. Gullið fór til H71a, silvur til VÍFa.