Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Georg og Kári settir í starv

Jóhann Lützen

Georg L. Petersen er settur í starv sum leiðari fyri Aktueltdeildina hjá Kringvarpinum og Kári Sólstein er settur sum leiðari fyri Mentanardeildina hjá Kringvarpinum

Starvsfólkini eru kunnaði um nýggju deildarleiðararnar. Starvið hjá Kára Sólstein er til 31 oktober 2020, tí Barbara Samuelsen er í farloyvi. Starvið hjá Georg L. Petersen er sett permanent. 

Georg er útbúgvin Cand.public, sum er ein kandidatútbúgving innan journalistikk, frá Lærda Háskúlanum í Aarhus. Hann hevur eisini lokið journalistútbúgvingina á Journalistháskúlanum í Aarhus.

Kári er útbúgvin lærari og journalistur. Kári hevur nógvar royndir innan miðlaarbeiði. Í 2002 varð hann settur í starv í Útvarpi Føroya, og hann hevur starvast í ÚF og KVF síðan.

 

 

Tríggjar umsóknir vóru til starvið á Aktuelt og fýra til starvið á Mentan

Teir byrja í starvinum í dag.