Georgia vann U21 landsdystin seinnapartin. Talan var um ein dyst, har spenningurin helt sær allan vegin, men sæð yvir allar minuttirnar, so var tað uppiborið, at Georgia vann.
Føroyar høvdu sínar avbjóðingar undan dystinum, tí allur sentrali miðvøllurin var burtur frá seinasta dysti. Jákup B. Andreasen og Hákun Edmundsson eru skaddir, meðan Betuel Hansen var sjúkur. Føroyar góvu dygga mótstøðu og høvdu sínar royndir. Men einsmalla málið kom beint eftir hálvleik, tá vælspælt álop endaði við, at Luka Zarandia skoraði.
Næsti dystur hjá Føroyum verður 8. juni, tá Finnland vitjar í Føroyum.




