Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Gera alt fyri at fáa Føroyar-Danmark til Klaksvíkar

Jákup Ósá

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at Klaksvíkar Kommuna ger alt fyri at Klaksvíkar Badmintonhøll skal kunna hýsa hondbóltslandsdystinum millum Føroyar og Danmark seinni í ár.

Seinni í ár verður A-landsdystur hjá monnum í EM undankapping millum Føroyar og Danmark. Føroyar hava ikki nakra høll, sum lýkur altjóða krøv, og tí er ikki vist, at landsliðið fær leikt sínar heimadystir í Føroyum. Men Klaksvíkar Kommuna hevur bjóðað seg fram, um Klaksvíkar Badmintonhøll á nakran hátt kann brúkast m.a. við at gera tillagingar.

– Tað vísir seg, at Klaksvíkar Badmintonhøll lýkur flestu krøvini, tí hon hevur góðar umstøður á nógvum økjum og hevur m.a. áskoðarapláss báðumegin vøllin. Eisini eru góðar umstøður til sjónvarpsframleiðslu. Tað eru tó nøkur viðurskiftir sum mangla, men møguliga eru tað viðurskiftir, sum vit kunnu fáa uppá pláss, so vit fáa spælt dystirnar í Klaksvík. Tað kanna vit í løtuni. Vit ætla at gera okkara, um tað ber til at fáa stórdystin Føroyar-Danmark seinni í ár at vera leiktan í Klaksvík, sigur Jógvan Skorheim, sum vísir á, at alt er gjørt í góðum samstarvi við Team Klaksvík.

 

So er spurningurin um tað fer at bera á mál, so at Mikkel Hansen, Niklas Landin, Hans Lindberg og hinir á danska landslðnum vera at síggja í Klaksvíkar Badmintonhøll seinni í ár.