Fyrireikararnir av árligu fiskikappingini í Klaksvík fegnast um stóru luttøkuna. Innkomni peningurin fer óskerdur til Dragan
Veðrið var av tí alla fagrasta í gjár. Luttøkan var sera góð og talan gjørdist um gott fiskarí.
Úrslitið gjørdist hetta:
Nr. 1: M/B Gerðhamar v/ Elmar Simonsen & Tórur Simonsen – 525,8kg
Nr. 2: M/B Vígdis v/ Jákup Eysturdal & Rúni Niclasen – 336,8kg
Nr. 3: M/B Samson v/ Andras Samson & Alfred Eliasen – 302,7kg
Størsta fisk fekk Mikkjal Pauli Lamhauge.
Vinningar:
Hesir flottu vinningarnir vórðu lætnir til teir bestu:
Nr. 1: Tvær toskatráður við el-spæli – Virði 15.000 kr. (Stuðla av JFK & Hvalnes).
Nr. 2: Tveir gávukekkar á 2.500 kr. (Stuðla av KSS)
Nr. 3: Tveir gávukekkar á 2.000 kr. (Stuðla av TTS)
Størsti fiskur: Gávukekkur á 2.000 kr (Stuðla av WAAG & Co.)
Myndirnar eigur Dragin KG 212









