Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gloym meg ei – Stuðulskonsertin 2025

Jóhann Lützen

Sunnudagin 4. Mai kl. 15 verður Gloym meg ei stuðulskonsert í Gulu Smiðju, Saltangará.

 

Innkomin stuðul fer óskerdur til arbeiðið hjá Beranum/Felagnum Pinkubarnadeyða at hjálpa familjum, sum hava mist børn.

Tiltakið verður skipað sum ein hugnalig løta við tónleiki og hugleiðingum. Kostnaðurin er 100 kr., børn ókeypis. 

Møguleiki er at keypa kaffi, te, køku, minniskrín, minnisbók, lyklaringar, lummaeinglar og at stuðla við peningagávu

 

Skrá

  • Vælkomin
  • Kunning um Beran v. Oddvør Poulsen, leiðara
  • Tónleikur við Elinborg Pálsdóttir
  • Tónleikur við Paulu Simonu á Fríðriksmørk
  • Carla Josenius Mikkelsen sigur frá síni søgu um at missa pinkubarn
  • Steðgur við drekkamunni og sølu
  • Tónleikur við Bárði á Lakjuni

 

– Kom við og stuðla einum góðum endamáli – Øll eru hjartaliga vælkomin

 

 

Felagið Pinkubarnadeyði