Á Tekniska Skúla eru tey liðug at gera upp innkomnu umsóknirnar og tølini vísa, at útbúgvingarnar til handverksvinnuna eru væl dámdar
Vit hava práta við Rúna Heinesen, stjóra á Tekniska Skúla nú umsóknarfreistin til miðnámsúbúgvingarnar er farin.
Samanlagt er virksemi økt í mun til í fjør, tá hugsa verður um umsøkjarar til yrkisnám og lærlingasáttmálar, sigur Rúni.
Umsóknirnar til Gymnasialu tøknibreytina eru 30, hetta er munandi øking í mun til í fjør, sigur skúlastjórin, sum staðfestur at tá undirvísingarhølini eru gjørd til 24 næmingar, so geva 30 skikkaðir næmingar avbjóðingar.
Í Yrkisnám eru bæði umsøkjarar og nýggir lærusáttmálar. Tølini fyri lærusáttmálar eru metingar, tí nýggir kunnu koma inn fram til juni – juli.
Talva – umsóknir
| Yrkisnám EL | 24 |
| Yrkisnám Metal | 22 |
| Yrkisnám Timbur | 26 |
| Yrkisnám Matvøra | 24 |
| Gym. Tøknibreytin | 30 |
Í alt umleið 126 nýggir næmingar.
Væntast kann, at onkrir av flokkunum í yrkisnámi, sum skuldu í skúla nú í vár mugu útsetast til í heyst. Hetta orsaka av serligu korona-umstøðunum, sigur Rúni Heinesen at enda við Norðlýsið.




