Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Góð vika hjá Bjørgvin

Jóhann Lützen

Teir hava ligið úr 7.000 pundum upp í 8.500 pund

Vit fingu eitt prát við Christian Julius Jacobsen, sum eigur Bjørgvin. Hann sigur við Norðlýsið at teir hava verið fýra túrar hesa vikuna og hava fingið ávíkavist ein túr á 7.000 pund, tveir túrar á 8.000 pund og ein á 8.500 pund. 

Vit hava verið bæði norðanfyri og sunnanfyri. Vit eru útifrá, ikki tætt undir landi, sigur Christian. Tað munnu verða 2/3 av toski og 1/3 av hýsu og slagið hevur verið gott. 

Teir fóru avstað aftur nú kl. 16.30