Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góða Barbara, stýrið tekur trúvirðið í størsta álvara!

Rúni Heinesen

Skal ikki troytta fólk meir við orðunum kunning, klaga og kæra. Í orðabók og innan fyrisiting er nakað av muni. Men eg kann vissa um, at slíkar atfinningar, sum koma til stýrisformannin verða viðgjørdar í álvara.

Tað hevur eisini verið gjørt í hesum førinum, tí sama kvøldið eg fekk kunnleika um teldupostin, var stjórin umvegis telefon kunnaður um atfinningarnar. Seinni er teldupostur og telefonnotat lagt fyri kringvarpsstjóran, soleiðis at stjórin hevur møguleika fyri at verja seg

Givið er, at álitið á stovnin og trúvirðið, eru eitt og tað sama. Ì hesum, kann eg heilsa, kemur stýrið ikki at slaka.