Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Góða eydnu og blíðan byr

Jónleif Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin

Hetta vóru gleðilig tíðini. Síðani eg setti meg í samband við Óla Nattestad fyri góðari viku síðani, havi eg verið vónríkur, tí áhugi og vilji at gera mun var tilstaðar beinanvegin.

Virkið í Skopun hevur fingið nýggjan eigara, ið vil gera íløgur og dagføra virkið, so framleiðslan og kappingaførið batnar.

Nú kann fólkið aftur fara til arbeiðis. Sum nógv størsta arbeiðspláss á Sandoynni er týdningurin av, at virkið aftur opnar, ovurhonds stórur. At nýggju eigararnir í Skopun fara undir virksemið við góðum treysti er alla æru vert. Takk fyri tað.

Okkara uppgáva sum politikarar er nú at seta karmarnar, so tykkum ikki verða lagdir óneyðugir fótonglar í vegin. Tað gera vit við at endurskoða og styrkja tær skipanir, vit hava ment.

Hjartaliga til lukku, góða eydnu og blíðan byr.