Ódnarveðrið hevur seinka bingju skipinum Godafossur hjá Faroe Ship og Jóhanna Bergi, stjóri, sigur at tey hava umhugsað hvat best var at gera, eisini at leggja at í Norðhavnini, Kollafirði ella í Runavík, men avgjørt var at royna at koma at bryggju í Havn.

– Skipið hevur fulla last av bingjum og tá útgerðin at lossa eru tær bestu í Havn mettu vit ikki at ráðiligt var at leggja so nógva vøru upp í Klaksvík, Kollafjørð ella Runavík. Eftir ætlan skuldi Godafossur gera eina roynd at koma í Havn á middegi, men hetta var útsett til nú kl. 17 og tí vanta vit skipið hvørja løtu.
Godafossur skuldi av røttum verið á Havnini seinrapartin Sunnudagin