Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Góðan morgun her av Norðhavinum

Oliver Joensen

Norðlýsið er við Líðhamri í morgun. Í meðan vit sigldu út í gjárkvøldið ella í nátt prátaðu vit báðir Petur Joleiv skiparin og eg um leyst og fast. Hinir av manningini Petur Juul og Finn svóvu tá. Eg tørnaði inn um eitt tvey tíðina og var ikki uppi aftur fyrr enn um 6.30 tíðina í morgun. Eg haldi at teir settu línuna um trýtíðina. lidnir at seta rokni eg við at skiparin er inntørnaður. Tá eg var uppi, vóru teir byrjaðir at draga. Higartil hevur væl verið á.

Vit eru nakað langt norður úr Mýlingi á Fuglafjarðaroyðuni sigur kortið hjá mær. Veðrið er bara gott, strúkur í vindi av útwynningi haldi eg. Hvussu túrurin fer at hyldnast er ilt at siga nakað um nú, tí nógv er eftir at draga av línuni.

Fyri góðum tíma síðani fekk eg boð um at purra skiparan út, hann lá á brúgvadúrkinum og svav. Teir høvdu brúk fyri einum kryvjara afturat. Komin á dekki, brýndi skiparin eitt sindur um, hví teir ikki bóðu meg kryvja í staðin fyri at purra seg út. Men eg haldi at tað lagið var bara til hann hevði fingið upp í skuffuna. Nógv er á enn, so lagið er sera gott her.

Meira seinni.