Í morgin er valdagur. Tá er avgerðin tín, og skal hetta vera mín síðsta áheitan.
Eg vóni, at tú gevur mær tað álit at arbeiða fyri eini framtíð, har vit øll hava møguleika at trívast, og har vit standa saman um at gera Klaksvíkar Kommunu til bestu kommunu at liva og virka í.
Eg ynski millum annað at arbeiða fyri:
- Tryggum og góðum umstøðum fyri barnafamiljur
- Betri bústaðarmøguleikum
- Virðing og umsorgan fyri okkara eldru
- Betri kørmum fyri vinnuna
- Skynsamari fíggjarstýring
- Og eini Klaksvíkar Kommunu, har vit øll veruliga trívast
- Vón mín er, at tú gevur mær tað stóra álit at umboða teg og tykkum øll í Klaksvíkar Býráð, og eri eg til reiðar at taka við teirri ábyrgd, ið fylgir við.
Eg megni onki einsamøll – eg havi brúk fyri tær og tínum áliti.
At enda vil eg takka øllum valevnum úr øllum flokkum fyri eitt gott og virðiligt valstríð.
Við hesum leggi eg valið í tínar hendur.
Gott val øll somul
Rannvá Isaksen
Fólkaflokkurin




