Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Góðorð: -ir ella -ur?

Sólfinn Hansen

Norðlýsið hevur heitt á Sólfinn Hansen, cand.mag í føroyskum um ein málteig. Vit byrja við nær tað skal verða -ir ella -ur.

Ofta ivast fólk í, um sagnorð skulu skrivast við -ir ella -ur í nútíð. Í framburði eru hesi farin at líkjast nógv, serliga í málførum miðskeiðis og norðantil í landinum, so ofta hoyrist munur ikki á úttaluni.

 

Meginreglan

Reglan er hendan: Er ljóðskifti í stovnssjálvljóðinum í bending, skal orðið hava -ur ella onga ending. Stovnssjálvljóðið er fyrsta sjálvljóðið í orðinum, og sjálvljóðini eru a, e, i, o, u, y, eins og á, í, ó, ú, ý, æ og ø. Somuleiðis verða tvíljóðini ei, ey og oy í hesum føri roknað sum sjálvljóð. Dømi: Geva – gevur – gav – góvu – givin. Her broytist fyrsta sjálvljóðið (e-e-a-ó-i), og tí hevur gevur -ur-ending. 

Ansa bert eftir, at onkuntíð hava hesi onga ending. Dømi: Bera – ber – bar – bóru – borin. Her skal tað ikki vera “berur” í nútíð, men ber. Orð, ið líkjast, eru at fara (fer), at skera (sker) og at gera (ger). Her er ongin bendingarending í tátíð.

Er onki ljóðskifti í stovnssjálvljóðinum í bending, skal orðið hava -ir. Dømi: Kenna – kennir – kendi – kendu – kendur. Her er sjálvljóðið eins allan vegin (e-e-e-e-e), og tí hevur kennir  -ir-ending. Gerast skal vart við, at fleiri sagnorð hava eisini -ar-ending í nútíð, men tá hoyrist -ar.

 

Og so vóru tað undantøkini

Føroyskt er kent fyri síni mongu undantøk, og soleiðis er eisini her. Orðini at skilja og at seta kunnu hava bæði -ir og -ur-ending. Gjørligt er sostatt at skriva bæði setir og setur, eins og skilir og skilur. Orðini at høgga og at selja hava ikki (longur) ljóðskifti, men hava kortini -ur-ending. Tað eitur tí høggur og selur í nútíð, hóast stovnssjálvljóðið er eins gjøgnum bendingina. Øvugt er tað galdandi fyri orðini at verja, at berja, at flekja, at klekja, at lekja, at rekja og at tekja, at tey øll hava -ir-ending í nútíð. Tey eita tí verjir, berjir, flekir, klekir, lekir, rekir og tekir. Hetta er tí, at sagnorð ongantíð enda við -jur. Orðið at vekja kann bent bæði skrivast vekir og vekur sambært orðabókini.

At sagnorð ongantíð kunnu enda við -jur hevur eisini sína ávirkan á sagnorðini við ei- ella o-stovni. Hetta merkir, at orðini at fleingja, at heingja, at leingja, at reingja og at steingja heldur ikki fáa -ur-ending, hóast stovnurin broytast til o í tátíð og núlidnari tíð (stongdi, stongt v.m.). Sostatt skulu tey skrivast fleingir, heingir, leingir, reingir og steingir við -ir-ending, hóast tey hava ljóðskifti.