Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góðu veljarar

Eivin Breiðaskarð

Nú nærkast løgtingsvalið, sum verður hósdagin 26.mars.

Tað er umráðandi, at veljarar seta krossin fyri valevnum, sum búgva í teirra lokala øki. Tað er tann lokala røddin á løgtingi, sum skal arbeiða fyri okkum øll og seta viðurskifti her í økinum á breddan í løgtinginum.

Á løgtingsvalinum í des. 2022 valdu fólk í Eysturoynni bert trý valevni úr oynni beinleiðis á ting. Alt ov nógvar atkvøður fóru av oynni. Hetta hevur gjørt, at miðsavnanin í høvuðstaðnum, sum vit ofta hoyra um, er blivin enn størri.

Hetta má ikki henda aftur á løgtingsvalinum 26.mars.

Tað eru nóg mikið av atkvøðum í Eysturoynni til at fleiri eysturoyingar blíva valdir á ting, um veljarar seta kross fyri teimum lokalu valevnunum. Avgerðin liggur hjá hvørjum einstøkum av okkum, og tí telur hvør einasta atkvøða – eisini tín.

Nógv er at fara um í einum vali, men tað eru nøkur stórmál og viðurskifti, sum veruliga eru átrokandi, og sum mugu fáast í rættlag beinaveg.

Her er nakað av tí, sum eg vil arbeiða við á løgtingi komandi valskeið:

– Loysa bústaðartrupulleikan og møguleikar hjá nýggjum sethúsakeyparum

– Lætta fíggjarliga um hjá barnafamiljum

– Fáa landsbúskapin á beint – herundir fíggjarliga haldførið

– Starvsfólkatrotið á eldraøkinum

– Fáa skil á skattaskipan fyri útisiglarar og arbeiðsfólk uttanlands

– Avtaka mótrokninga hjá arbeiðandi pensjónistum og javnseta einligar pensjónistar

– Seta forboð ímóti skíggjanýtslu í skúlunum

– Raðfesta handaligar útbúgvingar

– Viðgerðartrygd

– Lestraríbúðir og ítróttardepil við Miðnám á Kambsdali

– Rundkoyring á Kambsdali fyri at bøta um ferðslutrygdina

– Gøtudalstunnilin

– Fremja grøna orkuskiftið – ferð skal setast á Eysturlund

– Almenn arbeiðspláss skulu staðsetast lokalt

Vónandi fara veljarar í Fuglafirði og onnur eisini á val hetta løgtingsvalið og umhugsa at velja eitt lokalt umboð á ting, sum vil arbeiða fyri at menna og styrkja okkara øki.

Lat okkum standa saman og gera nakað við lokalu umboðanina á løgtingi. Minst til, at tín atkvøða kann verða avgerðandi fyri, at hetta verður veruleiki.

Hendan áheitanin er beinleiðis til tín sum fer á løgtingsval hósdagin 26.mars.

Gott val

X við Sambandsflokkin

X við Eivin Breiðaskarð