Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Góður dagur hjá KRF í Vestmanna

Jákup Ósá

Seks bátar hjá KRF vunnu heiðursmerkir í Vestmanna í dag.

Tað sá leingi út til at blíva ein dreymabyrjan hjá Sævarmoy í fyrsta róðrinum hjá hesum bátinum, sum bleiv flotaður fyri eini viku síðani. Sævarmoy var á odda, tá 300 metrar vóru eftir, men hevði ikki neyðuga yvirskotið til endaspurtin og endaði á 3. plássi. Nevið Reyða og Fípan Fagra vunnu sínar róðrar í dag. Annars kann leggjast afturat, at Sundabáturin fekk bronsuna.

 

Barnaróður – 5 mannafør gentur:

Fípan Fagra silvur

Sævarmoy bronsu

 

8. mannafør:

Nevið Reyða gull

 

5 mannafør gentur:

Fípan Fagra bronsu

 

5. mannafør dreingir:

Fípan Fagra gull

Sævarmoy bronsu