Tað gongur væl hjá størru útróðrarbátunum, eins og smærru bátarnir eisini fiska væl. Í dag hevði Brandur 7.000 pund har heldur størra helvtin var hýsa ímeðan restin var toskur. Norðsøki hevði sum sæst aðrastaðni her á síðuni 7.500 pund. Eyðólvur Vang, skipari á Norðsøka sigur, at veðrið var ófantaligt, og at útróðrarbátar hava “bollast” eitt sundur í nátt og onkur misti vist nakrar stampar. Men, bátarnir ætla at leggja á aftur í kvøld. Veðurmenninir boðað frá betri veðri í nátt og í morgin.
Vit hava roynt at ringt umborð á Bragd, men hava ikki fingið fatur.




