Føroyar komu á odda og spældu ein góðan fyrra hálvleik, men í seinna hálvleiki koyrdi Eysturríki tað róliga heim.
Føroyar komu á odda 1-0 við góðum hornasparksmáli, har Jóan Símun Edmundsson legði innfyri til Sonna Ragnar Nattestad, sum skallaði í málið. Hetta var kanska enntá uppiborið, tá Føroyar byrjaðu væl. Men Eysturríki fótaði sær og var effektivt síðsta partin av fyrra hálveiki, og so var 3-1.
Í seinna hálvleiki var Eysturríki nógv betra liðið, men fekk einki mál og settu ikki ferðina upp síðsta partin av dystinum. 3-1 tapið er ikki nakað, sum Føroyar skulu skammast av, tá vit hava styrkina á mótstøðuhálvuna í huga.
Tríggir KÍ-leikarar vóru á vøllinum. Heini Vatnsdal byrjaði inni og bleiv útskiftur. Í seinna hálvleiki komu Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð á vøllin.


