Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góður G! stemningur í gráa veðrinum

Jákup Ósá

Veðrið er ikki av tí besta til upphitingina á tjaldingarøkinum í kvøld, men hetta ávirkar ikki góða stemningin.

G! Festivalurin fær mest sannlíkt gott veður í ár. Væl at merkja fyri tey, sum halda festival frá hósdag til sunnumorgun. Men í kvøld var tað grátt í veðrinum har antin sirm ella regn settu dám á tjaldingarplássið. Hetta veðrið skulu tjaldingar gestirnir vænta sær fyrsta døgnið, sum forsagnirnar siga. Men tá hósmorgunin er farin framvið, so skuldu ikki nógvir dropar komið aftur á G! festivalinum 2013. Bæði fríggjadagin og leygardagin er møguleiki fyri góðveðri.

Sum sæst á myndunum, so eru fyrireikingarnar í hæddini. Á tjaldingarplássinum eru pláss enn tøk og serliga niðan ímóti vegnum, har nakað brattari er. Fyri tað mesta er talan um ungt fólk, sum sæst á tjaldingarplássinum á G! eins og vanligt er.