Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Góður útróðrardagur

Oliver Joensen

 

 


Nú er rættulig gongd komin aftur á útróðurin hjá størru útróðrarbátunum. Í dag eru teir tríggir, Brandur, Norðsøki og Líðhamar við ávikavist 8.400 pundum, 10.000 pundum og 10.000 pundum. Hetta er sjálvandi ein góður dagur hjá teimum, tí sambært Fiskamarknaðin, so eru bæði miðal toskaprísurin og miðal hýsuprísurin væl omanfyri 20 krónur fyri kilo. Aftur eru teir á útiróðri í kvøld.

Onkur frikadellufiskari var eisini úti í dag. Eg og Árni Zachariassen valdu at fara ein túr við fimm mannafarinum Spógvanum í morgun. (Niðanfyri myndi frá túrinum) Hjá okkum var málið at kanska at fáa eitt kók av toski og helst eisini eitt kók av fugli, nú evstamark nærkast fyri fuglaveiðuni í vetur.

Sum sæst, so byrjaði morgunin vakur við mánanum yvir Nestindar. Veðurmenninir høvdu lovað lítlan vind, men tað royndist ikki so væl hjá okkum sunnanfyri. Tó vit treiskaðust, fóru suður um og hildu á hóast nógv gjálv og fitt lot, so komu vit út ímóti Svartabergi, tað vil siga at økið uppi á Krossi á Fugloynni kom undan Svínoynni og vit sóu Gøtunes.

Bert eina ferð komu vit í fugl, men so óslætt var, at sera trupult var at fáa nakað burturúr stygga fuglinum. Vit høvdu ikki hug at fiska nakað serligt í dag, men tá vit kastaðu eina ferð, var toskur í heintað. Úr toskinum fingu vit eisini rogn og livur harafturat 7 fuglar við byrsuni, so vit vóru leskaðir og eina góða uppliving á sjónum ríkari.

Harleywoodpaint