Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Gongur væl at kanna fyri koronu á kaiini

Jóhann Lützen

Aftur í dag eru nógv fólk og lata seg kanna í sunnara enda á bygninginum, har Kryvjing var fyrr. Fólk vilja kanna seg, tí tað gevur ein tryggleika í familjunum, nú jólini eru í nánd, sigur sjúkrahússtjórin.

Útvið 300 fólk hava í bílagt eina tíð til kanningar á Faktorsvegi í dag. Tað er nógv, men góðu starvsfólkini kýta seg, so øll verða kannaði.

–  Ja, vit hava merkt ein stóran vøkstur hesa seinastu tíðina og nógv av teimum, sum lata seg kanna, koma uttaneftir, sigur Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi, tá Norðlýsið spyr hana um bilrøðina. Men tað gongur skjótt og vit kanna so leingi fólk standa í bíðirøð.

Bíleggið tíð á corona.fo
Herfyri fluttu koronukanningarnar oman á kaiina á Faktorsveg. Hóast økið kring sjúkrahúsið er tiltikið veðurgott, so orkaði teltið, har kanningartoymið hevur gjørt kanningar, ikki at standa ímóti vindinum longur.

Veðrið hevur verið frægari seinastu vikuna, men tað er gott hjá starvsfólkunum at koma inn, sigur sjúkrahússtjórin, sum at enda minnir øll á at fara inn á corona.fo og bíleggja sær tíð, áðrenn tey koma oman á kaiina at lata seg kanna.