Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gongutúrur 10.mai

Tíðindaskriv

Veðrið sær út til at halda sær,so vit fara at hætta okkum ein gongutúr niðan á Sátuna við Jógvan K. Henriksson sunnudagin. Sátan liggur við Oyggjavegin er 600m høg, men ein lættur túrur, tí vit byrja á høgt. Vit ganga í uml 3 tímar. Man veit ongantíð við veðrinum, men vit hopa, tað fer at lukkast hóast tað verður kavi, annars verður tað til ein túr har á leið.

So vit møtast sunnumorgunin við Bónus, koyra í egnum bilum og fara úr Klaksvík kl 9.30.