Nú verður aftur skipað fyri vælumtóktum Gospeltúrið við Norrönu.
Á skránni er nakað fyri øll. Hoyrið góðar konsertir og framúr jam session, ella syngið við til kendar gospelsangir (í góðum Gaither stíli). Við á ferðini verða fleiri kend føroysk nøvn innan gospeltónleik. Og koma allir sangararnir og tónleikarnir at virka saman til syngi við tiltøkini.
Kvartettin í Betesda
Hevur eksistera í mong mong ár og hevur verið við til at ríka kristna tónleikapallin í Føroyum í nógv ár. Teir eru ikki ungir longur men tað merkir tú ikki tá ið teir trína pallin. Teirra sangir fanga fjøldina og eggja til at syngja við….Tað er altíð eitt upplivilsi at lurta eftir teimum.
T.O.S.
Í bólkinum T.O.S. (tollarar og syndarar) eru umframt Bárður á Lakjuni sum syngur, spælir guitar og onnur fyrifallandi ljóðføri, Jógvan Símun Sevdal trummir, John Eliasen bass, Eiler Hansen el guitar, Jan Nónklett tangentar og John Ellingsgaard akk. Guitar. Bólkurin er nokkso nýggjur, men hava sanniliga gjørt um seg tað seinasta ári. Teir eru garvaðir tónleikarar so eingin ivi er um at her er ein bólkur, sum kann borga fyri góðum vælspældum tónleiki. Stílurin er nokk sokallaður eksperimenterandi popp/rokkur, ikki fastlæstur stílur. Onkur sum hava hoyrt bólkin siga, at hann til tíðir kann minna um Kayzer’s Orchestra. Annars siga teir sjálvir, at tað minnir eitt sindur um bólkar sum Jars Of Clay. Tað er fyrst og fremst Bárður á Lakjuni sum ger tekstir og løg. Talan er um sangir sum peika á Jesus sum vegin, sannleikan og lívið.
Terje Vestergaard
Garvaður tónleikari og sangari sum kann bergtaka við sínu fantastisku rødd. Terje er bæði orð og lagasmiðjur og eru hansara sangir sera fangandi. Terje spælir alt frá country til pop.
Kristina Bærendsen
Tey flestu kenna Kristinu frá ymiskum kristiligum tiltøkum tað verði seg møtir, konsertir ella festivalar. Hon hevur eina vakra rødd og dugur sera væl at framføra teir sangir, sum liggja hennara hjarta nær. Southern Gospel er eisini ein av hennara sterku síðum Kristina er døttir legunda, Alex Bærendsen, og hevur hon týðuliga arva hansara framúr góðu rødd.
. p>
Sigrið Sivertsen
Hvør kennur ikki Sigrið, hon er sera aktiv innan tað føroyska tónleikalívið, hon hevur barnakór, undirvísur á musikkskúlanum o.m.a.. Vit kenna hana eisini frá duettini Annika og Sigrið sum í mong ár hava glett okkum við teirra vakra sangi.
Eyðun Jacobsen
Hevur fingist við tónleik frá tí hann var ein lítil smádrongur og hevur verið við í fleiri bólkum, men hevur eisini haft sín egna bólk og hevur givið fløgur út. Eyðun skrivar eisini sangir sjálvur og verða fleiri av teimum sungnir runt um í teimum ymisku samkomum bæði her á landið men eisini uttanlands. Eyðun hevur seinastu árini kasta seg yvur teir gomlu góðu slagararnar.
Kostnaðurin fyri túrin er einans 900 kr í deildum 4. koyggju kamari.
Bílegging hjá Smyril Line á tlf 34 59 00




