Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Gøtan út á Nes liðug

nes.fo

Nú er gongugøtan av Agninum og út á Líðarenda liðug. Tó vanta nakrir benkur, sum ætlanin er at seta upp eftir summarfrítíðina.

 

Fyrrapartin vóru tekniski leiðarin og borgarstjórin ein túr eftir gøtuni, og sum myndirnar vísa, so er útsýnið sera vakurt og gott.

Nes kommuna vónar og væntar, at gøtan verður til gleði og gagns fyri nógvar borgarar.

Nes kommuna vil við hesum eisini takka KEH Sp/f v/Kaj Eli Hansen og tekniska toyminum hjá  kommununi fyri gott arbeiði.