Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Gott føroyskt avrik við Djúpumýrar gav eitt stig

Tekstur: Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

Føroyska U21-landsliðið setti punktum fyri eitt flott bólkaspæl við javnleiki móti Serbia í Klaksvík.

Jørgen Nielsen legði Føroyar á odda í seinna hálvleiki, men Serbia javnaði við flottum máli. 1-1 gjørdist úrslitið, og tað merkir, at Føroyar fingu 10 stig sum helst gevur eitt 4. pláss í bólkinum.

Í Klaksvík hevur føroyska U21-landsliðið sostatt spælt tveir dystir móti góðum fótbóltstjóðum og fingið stig báðar ferðir. Ein góð byrjan fyri U21-landsliðsfótbólt í Klaksvík.