Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Gott kappróðrarveður í Vestmanna

Hanus Kjølbro

Kølin luft hevur rikið yvir okkum av útnyrðingi í dag. Hitin hevur ligið um tey 10 – 11 stigini. Í morgin er tað onnr og eitt sindur lýggjari luft, sum fer at reka til okkara úr útsynningi-vestri og útsynningi-suðuri.

Lítil vindur í morgin, meðan Fjarðastevnukappróðurin er í Vestmanna. Ættin fer at krúpa seg úr útsynningi-vestri um middagin niður í útsynning-sunnan seint seinnapartin.

Hetta – siga vælvitandi keldur í Vestmanna – er gott veður til kappróður. Stilt á fjørðinum – Vágoyggin demmir fyri ættini, sum tey siga.

Einki brúgvalag er ávegis í morgin. Men hann kann tó stroyggja upp ímillum – um so verður, er tað seint seinnapartin.

Fyri tað mesta verður klárt veður í morgin. 

Harleywoodpaint