Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Gott lag á Stongunum

John William Joensen

Á myndini, sum varð tikin í morgun beint eftir klokkan átta í skúrinum hjá útróðrarbatinum Líðhamar, er 80 ára gamli Jógvan Petersen í ferð við dagsins fyrsta stamp. Tað er eingin loyna at í flestu egningarskúrunum eru pensjónistarnir álitið.

Tey sum lesa Norðlýsið hava kunna fylt jaligu gongdini hjá útróðrarflotanum seinastu tveir mánaðarnar.
Í skúrinum hjá Líðhamar var lagi gott og teir kundu fortelja at Líðhamar hevði driðið hálvt tíggtúsund pund eystur úr Borðini.


Veðrið er brúkiligt so næstu fýra dagarnar vænta menn framhaldandi nógv virksemið.
 
Vit vitjaðu eisini í skúrunum hjá Bragd, sum roynir vestanfyri og avreiður vantandi kl. 15 í Tórshavn. Teir mettu veiðuna til 14.000 pund. Harav helvt um helvt toskur og hýsa.
 Eisini vitjaðu vit í skúrinum hjá Kallanes og frættu at Kallanes hevði 6.300 pund og Norðsøki 7.800 pund.
 
Sí myndir

Harleywoodpaint