Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Gott veður í morgin

Hanus Kjølbro

Í morgin er aftur gott veður. Eitt andøvsul, 5 til 10 m/s úr landsynningi-suðuri – onkra løtu seinnapartin 8 til 13 m/s. Tað verður turt allan dagin, men ein veik kuldabrúgv lúrir vestan fyri Føroyar, og hon er væntandi nakað eftir nátturðatíð. Vónandi kemur ikki ov nógv avfall úr henni – vit fáa at síggja.

Tá ið hon er farin framvið, støkkur ættin upp í vestan.

Í morgin verða sólglottar kring alt landið – serliga fram ímóti middegi. Út á seinnapartin gerst meira skýggjað. Tá ið kuldabrúgvin fer framvið hvørva fjallatoppar, men nakrar tímar seinni gerst klárari.

Hitin í morgin fer at liggja um 10 stig.