Grækarismessuhaldið, sum skuldi verða í Skálanum 12.mars kl. 17.00 er avlýst.
Hóast grækarismessuhaldið neyvan hevði samlað meir enn 500 fólk, er talan um eitt alment tiltak, har fleiri fólk samlast.
Eftir at hava samskift við heilsumynduleikanar, ið mæla til varsemi, er støða tikin til at avlýsa grækarismessuhaldið 2020.
Vegna fyrireikararnar
Klaksvíkar Dansifelag



