Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grafiska virkið VASTI umskipað

Oliver Joensen

Í apríl 2001 byrjaðu Gunvá við Keldu og Jastrid Gullaksen grafiska virkið Vasti. Gunnvá hevur nú keypt Vasti og er nú einsamallur eigari.

Gunvá við Keldu sigur, at tær báðar hava havt eitt gott samstarv, men vórðu nú komnar á eitt vegamót, við tað at Jastrid hevur aðrar ætlanir og tí valdi Gunvá at keypa fyritøkuna.
Í hesum sambandi eru vit júst nú í ferð við at flyta í onnur høli í Nólsoyar Pálls Gøtu, har sum Fonnflog var fyrr.
Vit fara at vera trý, sum fara at arbeiða á virkinum við mær sjálvari sum leiðara, Sonju Kjølbro og afturat tí er Elsa Simonsen, sum í fleiri ár hevur starvast hjá Repro Z  og Dimmalætting í Havn eisini sett í starv hjá Vasti.
Við tað at vit nú flyta í Nólsoyar Pálls Gøtu, vera vit sjónligari í samfelagnum, og tú kanst eisini siga, at hetta er ein av fyrireikingunum hjá Vasti til komandi fasta sambandið. Umframt at Vasti hevur havt nógv góð viðskiftafólk í Norðoyggjum, hava vit eisini havt nógv viðskiftafólk aðrastaðni í landinum og vit trúgva uppá, at arbeiðið hjá okkum fer at mennast við Norðoyatunnlinum, sigur Gunvá við Keldu í stuttari viðmerking til Norðlýsið.