Í dag fingu vit hesar myndirnar av grágrælingum. Karl A. Thomsen úr Gøtu sigur okkum, at grágrælingurin er sera staðbundin. Íslendingar siga, at grágrælingar teir hava merkt, finna teir ofta aftur neyvt á sama stað. Sagt verður um teir, at teir vanliga ferðast sera stutt. Roknað verður við, at vit tó fáa vitjan av teimum úr Íslandi, men at roknað verður við, at eini 15 pør eiga í Føroyum. Í hvussu so er veit Karl A. Thomsen um grágrælingar, ið hava reiðrast við Nesvatn, ella har á leið.
Flokkurin, sum eg sá við Mækjuvík í dag fór í tvey, áðrenn hann setti seg, so teir á myndunum haldi eg vera um helvtin av upprunaliga flokkinum.











