Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grannakaffi á Torginum í SMS

Tíðindaskriv

Leygardagin, 5. mars, er SMS vertur fyri Grannakaffi

SMS bjóðar grannum, vinum og viðiskiftafólki til kaffi, smákøkur, eitt prát og livandi tónleik.

Tað er Krabbameinsfelagið, ið hevur tikið stig til tiltakið Grannakaffi. Endamálið við tiltakinum er at gestir fara inn til ein granna og rinda fyri drekkamunnin, ella tað, sum verturin annars vartar upp við. Gesturin rindar eftir førimuni í trúnaði, og hvør króna ger mun.

SMS vil geva Krabbameinsfelagnum somu upphædd, sum kemur inn hesar tímarnar.

Tiltakið er frá klokkan 10 til 12. Klokkan 11 syngja og spæla Tróndur Enni nakrar sangir. Øll eru hjartaliga vælkomin.



Harleyfacadeacryl