Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Granskingarumhvørvið

Ísak Mikladal

Tað er eingin loyna, at eg havi í skrivt og talu víst á, at tørvur er á einum granskingarumhvørvi í Klaksvík.

 

 

Kommunan eigur at stuðla undir, at vit fáa eitt framtíðar granskingarumhvørvið, sum kann verða ein dyggur viðspælari hjá fyritøkunum í kommununi.

Sum heild eru fyrirøkurnar smáar og gransking innan hvørja einstøku fyritøku er ov kostnaðarmikið, eitt er lønarútreiðslur, men afturat tí koma hølisútreiðslur og útgerð.

Tí er upplagt, at eitt slíkt umhvørvið er knýtt at óheftari fyritøku, men nærri útbúgvingarstovni t.d., TSK.

Nøkur starvsfólk við góðum førleika, eiga at verða knýtt at granskingini og kunnu uppgávur sjálvandi eisini fáast útifrá. Umframt at granskingarumhvørvið sjálvt kann arbeiða við egnum verkætlanum.

Í dag verða stórar upphæddir lætnar frá landinum og ES til gransking. Tíverri eru nærum ongar verkætlanir, sum koma úr Norðoyggjum.

Í sambandi við vitjan á Klaksvíkar Sjúkrahúsið herfyr. Greiddu Alexandra á Dul og Súsanna Olsen okkum frá viðurskiftunum á sjúkrahúsinum. Vit vitjaðu gomlu læknahúsini, sum nú verða sett í stand.

Í tí sambandi var upplýst, at kjallarin í gomlu læknahúsunum, skal brúkast til gransking.

Hetta frøddi mítt hjarta og ynski eg Klaksvíkar Sjúkrahúsi hjártaliga til lukku, enn eitt frambrot á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Tað er mín vón, at Norðoya Fornminnafelag eisini fær áhugan í framtíðar gransking og møguliga letur hølir til granskarar at arbeiða í. Óiva er nógv at granska í øllum teimum skjølum v.m., sum finnast á savninum.

 

Ísak Mikladal

Valevni á lista A til kommunuvalið