Norðlýsið hevur verið á gátt hjá GRANT í Klaksvík.
Mong eru tey, ið hava undrast á hvar GRANT bleiv av. Til hetta svara tey, at tey eru á sama matrikkli enn í dag – tó á ovaru hædd í bygninginum á Klaksvíksvegi 72. Nú handilin Sheep hevur niðaru hæddina, er skrivstovan hjá GRANT ikki líka løtt at fáa eyguni á. Hetta merkir ikki, at virksemið hjá GRANT ikki er aktivt í Klaksvík, tí veruleikin er faktiskt tann mótsatti.
Komin inn um gátt merkist heimligi hugnin á skrivstovuni hjá GRANT. Við sjarmerandi timburlofti, New Yorkara veggpaneli og skrivstovuplássum, sita fólki hjá GRANT í Klaksvík og arbeiða. Hendan dagin eru tey fýra til arbeiðis. Tað er við at verða nøkur ár síðani GRANT kom til Klaksvíkar á fyrsta sinni. Tað hevur verið hoyrt á gøtuni, at fólk hava undrast á, hvar GRANT er nú, og hava vit tikið eitt prát við Jarnhold Nattestad, stjóra, og Rósu Hvidbro, sølukvinnu, um júst hetta.
Rík søga
Byrjanin uppá fyritøkuna er rættiliga gomul. Fyritøkan byrjaði sum snikkaravirkið hjá Hans Elmar Poulsen, sála, á Vatnsoyrum. Tískil upprunaliga ein familjufyritøka hjá Poulsen-familjuni á Vatnsoyrum. Líka síðan byrjan felagsins hevur fyritøkan verið í støðugari menning. Fyritøkan varð seld í 2007 og í september 2019 varð H-Dygd, sum tað tá æt, lagt saman við fyritøkuni Aluplast. Nýggja fusioneraða fyritøkan fekk navnið GRANT. GRANT er eitt gamalt føroyskt orð ið merkir: klárt, týðiligt, gjølligt, skilligt, neyvt og gott.
Virksemið hjá GRANT
GRANT er veitari av vindeygum, hurðum, fasadum, inniglasi, eykalutum o.tl. og hevur fyritøkan deildir í Klaksvík, Vatnsoyrum og Miðvági. Virksemið á Rituvíkshálsi verður í løtuni ruddað burtur, og eftir ætlan skal útbyggjast í Miðvági í næstum. Hareftir skal tað, ið áður var á Rituvíkshálsi, flytast hartil. “Aluframleiðslan, ið fyrr var á Rituvíkshálsi, verður framyvir at finna í Miðvági. Ætlanin er at byggja út har, nú byggiloyvið er komið til høldar. Timburdeildin og høvuðsskrivstovan verður verandi á Vatnsoyrum.” sigur Jarnhold.
Eisini hevur GRANT eina tænastudeild. Tænastudeildin telur um átta mans, og eru hesir altíð til dystin fús, til frama fyri góða uppliving hjá kundanum.
Stórt vøruúrval
Hjá GRANT í Klaksvík ber til at síggja nakað av teirra úrvali av snotisligum hurðum, hágóðsku vindeygum og viðkomandi eykalutum. Vindeygu og hurðar standa uppi í karmum, so kundin kann síggja hetta, sum var tað veruligar gongdir. Umframt tær vørur ið standa frammi, er eitt hav av øðrum møguleikum. GRANT hevur stóra goymslu av eykalutum. Tað er til dømis besløg, smyrjingar, lásikassar, lásiskipanir og annað. Hartil hevur GRANT ment eina sokallaða nissju-vøru. Hetta kalla tey fyri ein luftstøðusikring. Luftstøðusikringin skal tryggja at vindeyga heldur seg fast í opnari støðu. Henda vøra kostar kr. 100,- og er at fáa hjá GRANT: Luftstøðusikringin tryggjar at vindeyga verður hildið í ventilatiónsstøðuni, so tað kann luftast út í rúminum. Vøran er framleitt hjá Look North, ið liggur á Faktorsvegi í Klaksvík.
Á skrivstovuni, har teirra showroom (t.e. framsýning av úrvalsvørum) kann síggjast, eru starvsfólk at taka ímóti vitjandi, og ráðgeva teimum, um tørvur er á tí.
“Vit hava alment opið týs- og hósdagar frá klokkan 10 á morgni til klokkan 16 seinnapart. Tá eru altíð starvsfólk her. Uttan fyri hesar tíðir eru vit eisini tøk, men ikki er tað altíð, at onkur situr júst her, tí virksemið fevnir so vítt. Tað ber altíð til at avtala eina tið til eitt prát við okkum. Vit geva fegin óbindandi tilboð afturvið einum kaffimunni” sigur Rósa Hvidbro, sølukvinna. Umframt Rósu, er eitt sølufólk á parttíðarstarvi og tvey sølufólk í fulltíðarstarvi.
GRANT í Klaksvík
Tað hevur ljóðað á gøtuni í Klaksvík, at fólk hava undrast á, um nú GRANT hevur flutt úr Klaksvíkini. Mest sum við ein munn siga tey bæði, at so er als ikki. “Vit eru akkurát sama stað sum áðrenn, bara á ovaru hæddini í bygninginum” er Jarnhold skjótur at svara. Táið prátið um skert virksemi varð tikið upp, gekk ikki leingi til tað var staðfest við sjeytummaseymi, at “Vit eru faktiskt farin hin vegin; vit eru vorðin størri í Klaksvík. Í dag eru upp til fýra fólk til arbeiðis á deildini í Klaksvík, har tað áður var mest vanligt, at einans ein persónur sat her.” sigur Rósa avgjørd.
GRANT er ein stórur vinnuligur gimsteinur í Klaksvík, ið norðoyingar seta stóran prís uppá. Tað vísir seg, at stórur partur av umsetninginum hjá GRANT kemur úr Norðoyggjum, sambært Jarnhold, og er tað nakað, ið hann gleðir seg yvir. “Í GRANT eru vit sera góð við Norðoyggjarnar. Vit eru takksom fyri tað álit, ið okkum er víst her, og vóna, at vit kunnu geva samsvarandi tænastu og ráðgeving til okkara kundar” siga tey bæði at enda.




