Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Graviarbeiðið hjá SEV heldur fram norðureftir

klaksvik.fo

Graviarbeiðið ígjøgnum Klaksvíkina heldur fram. Farið er nú undir at grava norðanfyri Vallaraheiminum, norðureftir Garðavegi, víðari eftir Skáltavegi og norður um Nema.

SEV ger leiðingina ígjøgnum býin, og Føroya Tele og Klaksvíkar kommuna nýta høvið til ávikavist at gera dagføringar og ábøtur á kloakkskipanina.

Arbeiðið fer væntandi at taka nakrar mánaðir og kemur at tarna ferðsluni nakað, men hóast hetta verður vegurin ikki stongdur. Fólk verða biðin um at vísa varsemi.

SEV, Klaksvíkar kommuna og Føroya Tele