Tað bleiv ein greiður sigur til StÍF, tá tær í dag vitjaðu Stjørnuna. Tað gekk javnt á fyrstu minutirnar, men tað var skjótt, at SÍF hevði hug at draga frá. Hálvleiksstøðan var 19-10 til StÍF.
Tað gekk javnari á í seinna hálvleiki, har liðini skiftust um at skora, men Stjørnan hevði trupult við at minka um munin. Størsti munurin á liðnum var, at misnýttir málmøkuleikarnir hjá heimaliðnum blivu straffaðar við skjót mótálopum frá StÍF. Dysturin endaði við einum greiðum 34-24 sigri til StÍF.
Sum vit hava nevnt áður, so hevur frágongdin hjá Stjørnuni verið stór, og dag saknaði man ein av profilunum Sonja S. á Bergi. Hon er farin til Danmarkar í lestrarørindum. Mina S. Hendriksen, sum ikki hevur leikt við higartil í hesum kappingarárinum vegna barnsburð, var á liðnum í dag, men venjingarstøðan er ikki tann besta. Tað eru fleiri ungir leikarar komnir á liðið, standa seg væl, ein av teimum er Bergit Svarvadal. Hon hevur staðið seg væl teir báðar seinastu dystirnar. Seinasta vikuskifti skoraði hon fimm mál í móti VB, og dag setti hon bóltin tríggjar ferðir í kassan.
Málini hjá Stjørnuni í dagsins dysti skutu: Iulia Nalviko 7, Jancy J. Poulsen 4, Mina S. Hendriksen 4, Bergit Svarvadal 3, Durit L. Johansen 2, Ella L. Samson 2, Osla E. Berg 1 og Xina C. Guðjonsson 1





















































